Mann skuldi verið kirkjufólk



Kanska var tað túrurin upp í tornið í hábærsligu og hugnaligu kirkjuni í Hoyvík, ella kanska var tað tí, at eg sama dag tók í hondina á Føroya komandi bispi, læraranum, sum gjørdi latín til mítt yndisfak í fyrsta g. Veit ikki hví, men tankin var í øllum førum har: kanska skuldi man verið kirkjufólk.

Eg sat í bili á veg vestur á flogvøllin, tá eg hoyrdi Katrin Dahl greiða frá um kopartak og dýrar lampur í komandi kirkjuni í Hoyvík, og eg minnist, at eg helt tað vera langt úti at eftirlýsa stuðul til slíkt oyðsl, tá børn liðu neyð í Afrika. Men sum eg gekk millum fjálgu kirkjubenkurnar í Hoyvík, var eg ikki sørt øvundsjúk um, at tað ikki var eg, sum slapp at sita undir koparlampunum hvønn sunnudag.

Við nýggjari arkitektoniskari kirkju og nývaldum fólkavinarligum bispi má tað vera stuttligt at vera kirkjufólk. Hetta er nakað, sum tey øll kunnu tosa saman um, gleðast um, og vera stolt av. Tey. Eg eri stolt av mínum gamla lærara og gleðist um vakra bygningin í grannalagnum. Men kirkjufólk eri eg ikki.

Føroyska eindarmentanin er neyvan til, og tíbetur eru tey flestu samd um, at ymiskleiki er virðismikil, Men hóst vit eru ymisk, so hava vit øll eitt samfelag, sum vit eru góð við. Og nakrar stovnar, sum vit eru felags um. Tað hevði heldur ikki verið so galið,  um skúlabygningar, sjúkrahús og løgtingshús endurspeglaðu sama umhugsni og nærlagni, sum Hoyvíkar kirkja.

Og tað hevði kanska verið stuttligt, um vit høvdu ein verðsligan Fríðriksson ella eina føroyska Vigdís Finnbogadóttir. Ein statspersón, sum ikki var partur av runublakingini í Løgtinginum og sum vit øll kundu verið felags um. 

Ella kanska skuldu vit bara øll verið kirkjufólk.