Manipulering av grovasta slag

? Eg eigi ikki lut í tí, sum ferðavinnublaðið endurgevur meg fyri at hava sagt, sigur landsstýrismaðurin

Tað kom landsstýrismanninum dátt við,tá hann fekk blaðið Nordic Travel Journal upp í hondina og sá seg endurgvinan á forsíðuni fyri at vilja privatisera Atlantic Airways.

? Eg risti bert á høvdið og hugsaði ikki stórvegis meira um hetta, sum eg ikki átti lut í, sigur Finnbogi Ar*ge.


Noyddur at avsanna

? Tá útvarpið síðani bar søguna, noyddist eg at gera vart við, at eg var skeivt endurgivin, sigur Finnbogi Arge, sum er rættiliga kroystur í løtuni, og als ikki heldur seg hava brúk fyri hesi umrøðuna, omaná allar hinar í hesum døgum.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt rættingar til greinarnar, sum danski blaðstjórin hevur skrivað, men hann heldur tað vera torført at meta um innihaldið, sum er ballað væl inn. Greinarnar eru tríggjar í tali og eru um ferðavinnu sum mál hjá landsstýrismanninum, prát við fólk í ferðavinnuni í Føroyum, umframt tann tiltikna greinin um flogferðsluna, har Finnbogi Arge verður endurgivin fyri at siga, at hann mælir til at privatisera Atlantic Airvays.

Spurdur um hann ikki hevur góðtikið innihaldið, sigur Finnbogi Arge, at hann hevur sæð handritið og fingið rættingar gjørdar, men at júst greinin um Atlantic og forsíðuávísingin á Nordic Travel Journal, eigur hann als ikki lut í.

? Eg eigi fyri so vítt heldur ikki lut í nøkrum í hesi greinini, sigur Finnbogi Arge.

? Hvussu er henda greinin so vorðin til?

? Vit tosaðu um leyst og fast, og Preben Jack Petersen greiddi mær frá ymsum ferðavinnumálum, sum hann hevur stórt innlit í, sigur Finnbogi Arge.

Preben Jack Petersen er kendur blaðmaður innan ferðavinnuna í Danmark, har hann hevur arbeitt á ymsum tíðarritum seinastu nógvu árini, og er eisini kendur fyri at nýta stórar yvirskriftir.


Legði Finnboga

orð í munnin

? Undir samrøðuni gav blaðstjórin mær eina rúgvu av upplýsingum um ferðavinnu sum heild, sigur Finnbogi Arge.

? Tá hann síðani spurdi meg, um hetta og hatta kundi hugsast at verða ein loysn fyri Føroyar o.s.fr., svaraði eg eins leysliga, at tað kanska kundi verið ein møguleiki av nógvum o.s.fr..

? Hetta er grovasta manipulatión ella villleiðing, sum eg als ikki kann góðtaka. Maðurin leggur mær orð í munnin, sum hann sjálvur hevur sagt , og endurgevur síðani meg fyri tað, sigur Finnbogi Arge.