Manipulera við norskum laksi

Føroysur laksur verður seldur sum føroyskur í Ruslandi, og russar taka væl ímóti laksinum.

Bjørn Kunoy, føroyskur sendimaður í Moskva, greiddi á aliráðstevnuni frá arbeiði og uppgávum hjá sendistovuni, eitt nú við atliti at útflutningi av laksi til Ruslands.

 

Føroysur laksur verður seldur sum føroyskur í Ruslandi. Hinvegin er Hvítarusland brádliga vorðið stórveitari av eitt nú aldum laksi til Ruslands.

 

- Men, her er talan um manipulatión, segði Bjørn Kunoy og metti, at tað helst er norskur laksur, sum skiftir uppruna í grannalandinum.

 

Mett verður, at verandi støða fer at halda sær eina tíð enn, tí ES-tiltøkini eru galdandi í hvussu er fram til juli í ár.

 

Bjørn Kunoy vísti á, at russiski búskapurin ikki hevur havt tað so gott í seinastuni, men nú er ein lítil glotti at hóma, tí rubilin er hækkaður eitt vet seinastu vikurnar.

 

Eitt av komandi tiltøkum, sum føroyska sendistovan í Moskva fer at luttaka í, er ein ráðstevna í Murmansk, har føroyski sendiharrin fer at siga frá um føroyska alivinnu. 

 

Hetta veit heimasíðan hjá Fiskaaling at siga.