Mangt er undarligt ! Tørvur er á eykajáttan til eldrarøktina

Sirið Stenberg Tjóðveldi


----
Nú er frammi í miðlunum, at eldraøkið allarhelst skal hava eykajáttan, tí at støðan als ikki er nøktandi fyri hvørki búfólk, starvsfólk, avvarðandi ellan nakran. Og tað er sjálvsagt at gleðast um, at eykajáttanin kemur, tí støðan er alt annað enn góð nógva staðni. Høvdu avvarðandi, starvsfólk og nyggja felagið Eldramálið ikki víst á støðuna í eldrarøktini, so hevði allarhelst onki hent. Vit í andstøðuni hava víst á somu trupulleikar í langa tíð, og Almannaverkið var eisini kunnað um støðuna í eldrarøktini, men tað vísir seg, at ikki fyrr enn fólkið rópar varskóð so hendir nakað. Og tíbetur hava vit fólk, sum gera vart við seg, tí tað syrgiliga er, at tá ið vit vísa á støðuna, so er tað sum kennist samgongan ikki við tað. Og tað er stórt spell, tí í veruleikanum tekur man tey eldru sum gíðslar heldur enn at vilja viðganga, at andstøðan kann hava rætt. Hetta er bæði óvirðuligt og óbúgvið.

Annað uppskot var til eykajáttan
Tá ið uppskot um eykajáttan kom fyri tingið beint áðrenn summarsteðgin varð víst á, at tørvurin á peningi var 6,2 milliónir. Eykajáttanin, sum varð latin, var uppá 4,1 millión, so tað sigur seg sjálvt, at tann eykajáttanin ikki var nóg mikið. Tí løgdu vit uppskot fram um eykajáttan uppá 6,2 milliónir. Tað uppskotið fall tíverri. Men nú vilja tey, sum feldur okkara uppskot koma við nyggjari umbøn um eykajáttan. Hví vil nakar útseta eldrarøktina, og tey sum varða av fyri slíkum ? Øll vistu at 4,1 millión ikki var nøktandi. Kann tað vera fyri at sleppa at vera hetja, tá ið tann seinna eykajáttanin verður samtykt ? eg veit ikki, men undarligt er. Ella kann tað vera nakað við, at man ynskir, at eldrarøktin kostar so lítið sum gjørligt við ársenda í ár, tí man hevur avgjørt, at eldraøkið skal leggjast út til kommunurnar at umsita 1 jan 2014 við somu upphædd, sum tað kostaði 31 dec 2013 ? Hvør veit ?
Tað er so ikki at undirmeta hvøja negativa ávirkan tað hevur havt á okkara eldru, á starvsfólk og okkum øll, at vit uppliva hvussu eldrarøktin, og tey eldru vera viðfarin og viðgjørd. Tann ótryggleika og tað stúran hetta hevur viðført hevur stórar menniskjaligar avleiðingar.

Samgongan valdi eina óneyðuga og ónøktandi loysn
Um okkara uppskot um eykajáttan hevði verið samtykt, so vóru vit heldur ikki komin í tað støðu, at peningurin bleiv tikin frá barnaumboðnum. Vit høvdu tikið pening av tí, sum var avsett til rentustuðul, tí framrokningar vístu, at har kom at loypa av. Man hevði sostatt kunnað fingið bæði í posa og sekk, men valdi heldur at taka peningin frá barnaumboðnum , og eina eykajáttan, sum als ikki var nøktandi, og sum man frammanundan visti einans var til at taka broddin av trupulleikunum í eldrarøktini.

Jú álvarsamari málini eru, tess minni vera tey viðgjørd
Ætlanin var ikki hjá samgonguni at koma við nakrari umbøn um eykajáttan til eldrarøktina áðrenn tingið fór í summarferiu. Almannaverkið var nevniliga kunnað um støðuna, tá ið samgongan kom í tingið við eini eykajáttan áðenn summarsteðgin, og har var ongin umbøn um eykajáttan til eldrarøktina við. Sjálvt um Alamannaverkið var kunnað um hvørjar avleiðingar ætlaðu sparingarnar fóru at hava við sær fyri tey eldru. At tey til dømis skuldu liggja meira í songini, ikki sluppu í bað sum vanligt, sparast skuldi uppá mat, reingerð o.s. fr. Eitt slíkt stórmál hevði man ongar ætlanir um at viðgera. Men hetta hava vit upplivað alt ov ofta, til dømis :
Fákækramarkið hevur man nú arbeitt við í uml 2 ár tí tað er so ómetaliga trupult- skattaskipanin bleiv umløgd uppá dagar !
Barnaumboðið hevur verið á dagsskrá í áravís- forskattingin av pensjónum tók nakrar dagar !
Skálafjarðartunnilin skuldi als onga viðgerð r- bakkaverjan í Sumba fyri 800 túsund krónur fekk 5 viðgerðir !
Og soleiðis er tað so mangt, sum er undarligt. Tað sigur um ikki annað, nakað um arbeiðslag og raðfestingar. Vit í Tjóðveldi fara so at gera okkara til at viðgera eldraøkið bæði sakliga og gjølla. Tað er neyðugt tí hetta er eitt stórt og týðandi mál, sum nærum røkkur í hvørt hús í landinum, og tí, at tað hava tey eldru uppiborið.