Mangla grundstykki á Skála

Skála Kommuna fer at stykkja 19 grundstykki út í ár

Útstykking

Seinastu tíðina hevur trot verið á grundstykkjum í Skála kommunu. Men tá ið Kommunan er liðug við eina útstykkingarætlan, sum hon nú er farin undir, fer tað at hjálpa heilt væl.
Kári Johannesen borgarstjóri á Skála, sigur, at kommunan er farin í holt við eina útstykking við 19 grundstykkjum.
Í fyrstu syftu verður farið undir at gera tey fyrstu níggju av teimum byggibúgving. Tað arbeiðið byrjar beinanvegin.
Ognarviðurskiftini í sambandi við hini 10 grundstykkini eru ikki heilt avgreidd enn, tí lendið er ognartikið til endamálið, men onkrir av eigarunum hava mótmælt og tað má avgreiðast fyrst.
Borgarstjórin væntar tó, at málið verður avgreitt heilt skjótt, so at farast kann undir at gera stykkini byggibúgvin í summar.
Hann sigur, at kommunan hevur 23 umsóknir liggjandi frá fólki, sum vilja hava grundstykki. Um øll høvdu tikið av, fingu tey stykki nú, veit hann ikki, so tá ið tey 19 stykkini eru útvegað, man tørvurin verða áleið nøktaður.
Grundstykkini eru ímillum 550 og smáar 700 fermetrar stór og Bygdaráðið hevur avgjørt at selja tey fyri 75 krónur fermeturin, púra byggibúgvin við kloakk og vegi til.
Sostatt fer eitt stykki uppá 600 fermetrar at kosta 45.000 krónur.


Mugu bíða eftir spæliplássi
Annars mugu skálafólk bíða eitt sindur enn eftir at fáa spælipláss í bygdini.
Tað vóru nøkur fólk, sum høvdu søkt um at fáa eitt stykki til spælipláss, men hesum ætlar kommunan at bíða við.
Talan er um tey, sum búgva í býlinginum Útí á Fløtum, sum høvdu søkt um eitt stykki til spælipláss.
Fyri nógvum árum síðani, áðrenn byggiætlan varð gjørd, hevði ein maður fingið loyvi at byggja á einum stykki. men tqð hóskaði ikki væl saman við byggiætlanini, sum kommunan og hann gjørdu gerabýti, so at kommunan fekk stykkið frá honum og hann fekk eitt annað stykki ístaðin.
Hetta stykki, sum kommunan fekk aftur, ætlaðu fólkið í grannalagnum nú at fáa til spælipláss.
Men borgarstjórin, Kári Johannesen, sigur, at tað er eitt annað øki í byggiætlanini, sum er sett av til spælipláss og bygdaráðið er tí ikki sinnað at lata tey fáa tað gamla grundstykki til spælipláss í fyrstu syftu. Nú er so ætlanin at kanna møguleikar fyri at gera stykkið til spælipláss, sum er sett av til endamálið.
? Men verður tað ov dýrt, er onki til hindurs fyri, at tey fáa tað gamla grundstykki, so talan er ikki um, at kommunan noktar teimum spælipláss, vit vilja bara kannað møguleikarnar fyrst at gera stykkið til spælipláss, sum var ætlað til endamálið