Millum mongu áskoðararnar á fólkatingi, tá suðurafrikanski forsetin, Nelson Mandela vitjaði í Keypmannhavn herfyri var eisni fyrrverandi fólkatingsmaðurin Hans Jørgen Jensen, sum er kendur fyri stóra áhuga sín fyri Føroyum. Sosialurin hitti hann á trappuni í fólkatinginum júst eftir at Nelson Mandela hevði gingið famvið hann og mangar aðrar fólkatingslimir.
- Nelson Mandela er eitt av teimum størstu menniskjum,
sum nakrantíð hevur livað á hesi jørð. Hann hevur víst, at man kann loysa kreppur og forða fyri borgaarkríggjum uttan at drepa. -Hann er eitt sera gott menniskjað, og tað haldi eg man átti at lært meira av í fyrrverandi Jugoslavia og aðrastaðni í heiminum.
Hans Jørgen Jensen heldur, at Mandela átti ikki bert at verið brúktur og umrøddur sum ein legenda men heldur sum tað góða fyridømið hjá øðrum.