Mandela er nógv batnaður

Fyrrverandi forsetin í Suðurafrika, Nelson Mandela, hevur tað nógv betri nú og er við at koma fyri seg. Tað upplýsir eitt av abbabørnum hansara.

– Hann er nógv batnaður, ger framstig alla tíðina og sær gott út, sigur abbasonurin, Mandla Mandela, um abban, sum í eina viku hevur verið innlagdur.

94 ára gamli Nelson Mandela hevur havt álvarsligar lungnatrupulleikar, og eitt skifti var støðan sera álvarslig, men nú gongur so aftur rætta vegin.