Hóast Manchester City er níggju stig aftanfyri Manchester United, so hevur venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini, ikki uppgivið at vinna meistaraheitið.
- Kappingin er ikki avgjørd. Absolut ikki. Hví? Orsaka av gongdini seinasta kappingarár. Tað skulu bara tveir dystir til at gera kappingina spennandi aftur, sigur Roberto Mancini við BBC.
Manchester City spældi í dag javnleik 2-2 móti Liverpool á heimavølli. Edin Dzeko legði Manchester City á odda í fyrra hálvleiki, men Daniel Sturridge javnaði stutt seinni.
Eitt korter fyri tíð legði Steven Gerrard Liverpool á odda við dundurskoti uttanfyri brotsteigin. Men bara fimm minuttir seinni javnaði Sergio Augero við uppaftur betri máli, tá hann úr spískum megnaði at senda bóltin í málið. Málverjin hjá Liverpool, Pepe Reina, má helst taka málið á seg, tí hann kom út uttan at fáa fatur á bóltinum, men tað tekur einki frá argentinska framherjanum.
- Vit skulu nokk vinna allar dystirnar, sum eru eftir, men hetta er fótbóltur. Einki er avgjørt, sigur Roberto Mancini.
Tottenham vann á West Bromwich Albion. Gareth Bale skoraði einsamalla málið í dystinum.
Premier League:
Manchester City Liverpool 2-2
WBA Tottenham 0-1