Manchester United vann í kvøld 1-0 á Liverpool í 3. umfari í Liga Cup. Einsamalla málið í dystinum skoraði Javier Hernandez. Tað var ein minutt inn í seinna hálvleik, at framherjin úr Meksiko var fyrstur á bóltin og heldur lættliga kundi skora.
Liverpool, sum hevði at kalla sterkastu manning inni, var samanlahgt leikliga omaná. Manchester United gav hinvegin fleiri av teimum, sum ikki spæla fast ein møguleika. Bara Wayne Rooney og David De Gea vóru við, av teimum sum kunnu teljast millum føstu menninar á liðnum.
Wayne Rooney var einki vandamiklasti spælari á Manchester United liðnum, meðan Liverpool við Luis Suarez á odda, ikki fekk nógv burtur úr fleiri vandastøðum. Tað endaði við, at Manchester United vann 1-0 og er víðari í Liga Cup.
Swansea, sum vann kappingina í fjør, tapti fyri Birmingham og er longu úti av kappignini í ár.
Liga Cup 3. umfar:
Birmingham 3 - 0 Swansea
Man Utd 1 - 0 Liverpool
Newcastle 2 - 0 Leeds
Tranmere 0 - 1 Stoke
West Brom 1 - 1 Arsenal
Arsenal vann eftir brotssparkskapping