Manchester United svarar aftur

Sir Alex Ferguson og hansara menn vunnu á Villa Park í kvøld og hava sett seg á annað plássið, sum Tottenham annars setti seg á fyrr í dag. Phil Jones gjørdist stóra hetjan, meðan Javier Hernandez mátti berast av vøllinum.

 

Seinasti dysturin í Premier League í dag var á Villa Park, har Aston Villa tók ímóti Manchester United. Manchester City, Arsenal, Tottenham og Chelsea høvdu øll vunnið áðrenn fyrsta bríkslið á Villa Park.

 

Manchester United lat seg tó ikki trýsta og vann heldur lættliga. Einsamalla málið kom tá dysturin var tjúgu minuttir gamal. Nani legði bóltin innfyri úr vinstru. Phil Jones, sum spældi á miðvøllinum í dag, kom framvið og setti fótin á innleggið og legði gestirnar á odda.

 

Aston Villa hótti sjáldan Anders Lindegaard í Manchester United málinum. Gestirnir kundu upp til fleiri ferðir økt, men tað endaði við enn einum 1-0 sigri til Manchester United í ár.

 

Tað kom tó illa við hjá Sir Alex, at Javier Herandez mátti berast av vøllinum. Eisini Aston Villa málverjin, Shay Given, mátti av vøllinum við skaða.

 

Manchester United liggur nú aftur á øðrum plassi fimm stig aftanfyri Manchester City.

 

Premier League í dag:

 

Newcastle – Chelsea 0-3

Blackburn – Swansea 4-2

Tottenham – Bolton 3-0

Manchester City – Norwich 5-1

QPR – WBA 1-1

Wigan – Arsenal 0-4

Aston Villa – Manchester United 0-1