Manchester United rakt av skaðum

Tað verða hvørki Wayne Rooney ella Javier Hernandez, ið mannað álopið hjá Manchester United í Champions League dystinum móti FC Basel í annaðkvøld. Finalistarnir frá í fjør eru uttan átta leikarar, sum allir hava skaða.

 

Tey munnu verða fá, ið geva sveisiska FC Basel nakran møguleika í annaðkvøld á Old Trafford, men heimaliðið eru uttan leikarar sum Nemanja Vidic, Chris Smalling, Johnny Evans, Rafael da Silva, Tom Cleverley og Darron Gibson, umframt teir báðar framherjarnar, Wayne Rooney og Javier Hernandez eisini eru skaddir.

 

Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, var ikki blíður eftir dystin móti Chelsea á Old Trafford herfyri, tá Ashley Cole taklaði Javier Hernandez so hesin mátti út við skaða í fótinum. Framherjin úr Meksiko bleiv aftur skaddur um vikuskiftið, tá Manchester United var á vitjan hjá Stoke og spældi 1-1.

 

- Hesa ferð er talan um eitt óhapp. Hann hevur eitt trælær og verður tøkur til dystin komandi vikuskiftið móti Norwich, segði Sir Alex á tíðindafundi í dag sambært soccernet.com.

 

Wayne Rooney var ikki við á ferðini til Stoke og verður heldur ikki tøkur í annaðkvøld.

 

- Wayne Rooney spælir ikki í morgin. Tað er eitt sindur ringt at meta um, tá talan er um eina fiburspreingin, men vit vóna at hann verður tøkur skjótast til ber, segði Sir Alex um enska landsliðsleikarin.

 

Helmingurin av liðnum í Champions League skulu í dyst í annakvøld.

 

Bólkur A:

Manchester City – Bayern Munchen (19:45)

Napoli – Villareal (19:45)

 

Bólkur B:

CSKA Moskova – Inter (17:00)

Trabzonspor – Lille (19:45)

 

Bólkur C:

Manchester United – FC Basel (19:45)

Otelul Galati – Benfica (19:45)

 

Bólkur D:

Lyon – Dinamo Zagreb (19:45)

Real Madrid - Ajax