Manchester United leingir við miðvallara

Hann hevur fingið heitið “tann nýggi Paul Scholes” og nú hevur Sir Alex Ferguson tryggja sær, at Tom Cleverley verður í Manchester United tey komandi fýra árini.

 

- Hann er eitt av teimum bjartastu talentinum í enskum fótbólti, sigur Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United.

 

22-ára gamli miðvallarin hevur spælt við Manchester United síðani han var tólv ára gamal. Hann hevur seinastu trý kappingarárini verið útleigaður til Leicester City, Watford og Wigan.

 

Tom Cleverley hevur fingið eina góða byrjan upp á hetta kappingarárið og enski landsliðsvenjarin, Fabio Capello, tók hann eisini út til venjingardystin móti Holland fyri kortum. Tíverri fyri Manchester United miðvallaran, so varð dysturin avlýstur orsaka av ófriðnum í London.

 

Sáttmálin millum Manchester United og Tom Cleverley er galdandi fyri fýra ár og enskir miðlar meta, at hann fær eina vikuløn upp á áleið 350.000,- krónur. Tað verður mett at verða tað sama, sum Chris Smalling og Phil Jones fáa í løn.