Manchester United hevur metinntøkur

Tað gongur framúr væl hjá Manchester United, uttanfyri vøllin

Á vøllinum gekk einki serligt hjá Manchester United í heimadystinum ímóti Manchester City leygardagin, tá liðið tapti 1-2 ímóti lokala arvafíggindanum. Men uttanfyri vøllin er Manchester United nógv tað sterkasta felagið í Onglandi.

 

Fyrr í dag kunngjørdi Manchester United roknskapin fyri kappingarárið 2015/2016, og hóast United ikki rakk einum plássi, sum gevur atgongd til Champions League kappingina, so hevur felagið kunngjørt eina metstóra inntøku, sum svarar til 4,4 miljardir krónur í okkara peningi. Talan er um eina framgongd í inntøkum uppá heili 30 prosent í mun til kappingarárið 2014/2015. So sjálvt um fingrar kunnu peikast eftir Manchester United og teirra avrikum á vøllinum, so er einki at óttast fyri á inntøkusíðuni.

 

Formaðurin í stýrinum hjá Manchester United, Ed Woodward boðaði frá í dag, at felagið fer at vinna enn meiri pening hetta kappingarárið: - Vit ætla at seta nýtt met aftur í 2017, boðaði Ed Woodward frá á tíðindafundi á Old Trafford í dag. - Okkara sterka fíggjarstøða gevur okkum møguleikar at investera nógvan pening í spælarahópin, venjaratoymið, og umstøðurnar hjá felagnum í strembanini at vinna felagnum fleiri steyp, segði Ed Woodward á tíðindafundinum.

 

Roknskapurin vísti annars, at tað kostaði Manchester United eina upphædd, sum svarar til 80 miljónir krónur í okkara peningi at sleppa sær av við Louis van Gaal, sum høvuðsvenjara, so niðurlendski venjarin líður onga neyð.