Sunnudagin kl. 13.30 leika Manchester United og Manchester City dyst í Premier League. Talan verður tó um meiri enn ein vanligan Premier League-dyst. United fer at leika í búnum, sum eru identiskir við búnarnar, sum liðið brúkti í tíðini áðrenn og aftaná ræðuligu flogvanlukkuna í München fyri júst 50 árum síðani. Talan verður um ein kenslubornan dyst. Manchester United-fjepparar í Føroyum fara at møtast á REX í Havn til dystin. Byrjað verður kl. 13.00. Føroysku United-fjepparnir fara eisini at hava tøgn í ein minutt, samstundis sum tøgn verður hildin á Old Trafford fyri at minnast tey, sum doyðu í flogvanlukkuni í München. Fjepparafelagið í Føroyum hevur enn ikki fingið til vega eitt V-tal til eina limagjaldskontu, men vónar at fáa hetta í lag, áðrenn ov long tíð gongur. Hetta verður so fyritreytin fyri, at virksemið hjá felagnum - heimasíða o.a. - kann útbyggjast í framtíðini!










