Skuldi bláa London-liðið hava nakran møguleika at halda fast um gullið, so kravdi tað ein sigur á útivølli móti Arsenal.
Hetta gekk tó ikki. Stutt undan steðginum legði Gilberto Silva Arsenal á odda, og tá Khalid Boulahrouz um sama mundið fekk reytt kort, sá einki serligt út hjá Chelsea. Teir royndu tó at stríðast, og Essien fekk eisini javnað, men meira enn tað sama gjørdist talan ikki um.
Soleiðis kann United fara á vøllin sum meistarar, tá teir í næst seinasta umfarinum vitja á Stamford Bridge, har gullið annars hevur hildið til í tvey kappingarár.









