Ein framúrskarandi finala var tað, áskoðararnir til Champions League finaluna í kvøld vóru vitni til. Dysturin hevði snøgt sagt alt tað, ein góður dystur skal hava. Flott mál, neyðugt hepni, gott spæl, høga leikferð, harðar nærdystir ? ja snøgt sagt alt!
Manchester United átti fyrra hálvleik. Teir løgdu seg eisini uppiborið á odda við frálíkum máli frá Ronaldo, sum stútaði góða innleggi frá Brown í netið. Tískil var tað eisini ein herskin biti at svølgja hjá United-fjepparum, tá Lampard javnaði stutt beint fyri hvíldina.
Í seinna hálvleik prógvaði Chelsea tó, at tað á ongan hátt var óuppiborið, at teir høvdu javnað. Teir sótu á tí mesta tá, men komu ongantíð nærri enn at raka stongina, tá Drogba royndi seg úti frá.
Í longdu leiktíðini rakti Chelsea aftur træverkið, tá Lampard royndi seg, men eydnan var ikki við Chelsea. Tað var hon heldur ikki, tá farið var til brotssparkskappingina.
Eftir at hava sparkað sjey ferðir hvør, var at enda greitt, at United var sigursharrin í minniligu finaluni í Moskva í kvøld.
Teir, ið skutu brotsspørkini í kvøld vóru hesir:
Manchester United: Tevez, Carrick, Ronaldo (brendi), Hargreaves, Nani, Anderson, Giggs.
Chelsea: Ballack , Beletti, Lampard, Cole, Terry (brendi), Kalou, Anelka (brendi).