Fýra dystir í 12. umfari í Premier League hava verið í gjár og í dag. Størsti dysturin var á Old Trafford, har Manchester United og Manchester City spældu eina málleysa og fantasileysa grannauppgerð.
Grannauppgerðirnar millum feløgini í Manchester hava mangan verið undirhaldandi. So sum tá Michael Owen skoraði til 4-3 í yvirtíðini, ella tá Manchester City vann 6-1, og Mario Balotelli setti kulør á við t-shirtini “Why Always Me” (Hví altíð eg), eftir at løgreglan hevði verið á vitjan stutt undan grannauppgerðini, tí eldur var komin í á vesinum, tí onkur hevði skotið við fýrverki.
Hendan grannauppgerðin livdi als ikki upp til tær grannauppgerðirnar. Tað kom einki mál og tað vóru at kalla ongir málmøguleikar. Liðini vóru taktist væl fyri, men tordu als ikki at satsa fyri at vinna dystin. Tí endaði tað eisini uppiborið 0-0.
Aston Villa vann 1-0 móti Wolverhampton. Gestirnir úr Aston Villa fingu ein spælara útvístan, men skoraðu inni í yvirtíðini, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Newcastle var á odda, men West Bromwich javnaði, áðrenn innskiftið Dwight Gayle 2-1 stútaði Newcastle til sigurs. West Ham hevur blandað seg millum tey stóru og liggur á fimta plássi, eftir ein 2-1 sigur á Leeds United.
1 | Tottenham | 11 | 7 | 3 | 1 | 23:9 | 24 |
2 | Liverpool | 11 | 7 | 3 | 1 | 26:17 | 24 |
3 | Chelsea | 11 | 6 | 4 | 1 | 25:11 | 22 |
4 | Leicester | 11 | 7 | 0 | 4 | 21:15 | 21 |
5 | West Ham | 12 | 6 | 2 | 4 | 20:15 | 20 |
6 | Southampton | 11 | 6 | 2 | 3 | 21:17 | 20 |
7 | Man Utd | 11 | 6 | 2 | 3 | 19:17 | 20 |
8 | Man City | 11 | 5 | 4 | 2 | 17:11 | 19 |
9 | Aston Villa | 10 | 6 | 0 | 4 | 21:13 | 18 |
10 | Everton | 11 | 5 | 2 | 4 | 20:18 | 17 |
11 | Newcastle | 11 | 5 | 2 | 4 | 14:16 | 17 |
12 | Wolves | 12 | 5 | 2 | 5 | 11:16 | 17 |
13 | Crystal Palace | 11 | 5 | 1 | 5 | 17:16 | 16 |
14 | Leeds | 12 | 4 | 2 | 6 | 17:22 | 14 |
15 | Arsenal | 11 | 4 | 1 | 6 | 10:14 | 13 |
16 | Brighton | 11 | 2 | 4 | 5 | 15:18 | 10 |
17 | Fulham | 11 | 2 | 1 | 8 | 11:21 | 7 |
18 | Burnley | 10 | 1 | 3 | 6 | 5:18 | 6 |
19 | WBA | 12 | 1 | 3 | 8 | 9:25 | 6 |
20 | Sheffield Utd | 11 | 0 | 1 | 10 | 5:18 | 1 |