Manchester er aftur reytt

Premier League: Eitt ótrúligt mál staðfesti sigurin á Old Trafford

Manchester United hevur í dag vunnið á Manchester City fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum í Premier League. Anthony Martial og Scott McTominay skoraðu málini.

Tað var eitt væl upplagt Manchester United lið, sum kom á odda í fyrra hálvleiki. Bruno Fernandes sendi Anthony Martial avstað í vinstu. Franski áleyparin var knappur og skoraði úr spískum, men helst skuldi málverjin hvat fingið hondina á.

Í seinna hálvleiki settu gestirnir seg á dystin. Manchester City kom eisini til onkran góðan málmøguleika. Millum annað tá innskifti Riyad Mahrez legði innfyri til Raheem Sterling.

Hóast nógv trýst, so var tað Manchester United, sum staðfesti sigurin í seinastu sekundunum. Ederson kastaði bóltin í spæl, men Scott McTominay hevði lisið spælið og kundi úr 30 næstan 40 metrum skjóta bóltin í eitt tómt mál.

Við sigrinum er Manchester United komið upp á fimta plássið. Chelsea er á fjórða plássi, eftir ein 4-0 sigur á Everton fyrr í dag.

Premier League 29. umfar:

Liverpool – AFC Bournemouth 2-1

Arsenal – West Ham 1-0

Crystal Palace – Watford 1-0

Sheffield United – Norwich 1-0

Southampton – Newcastle 0-1

Wolverhampton – Brighton 0-0

Burnley – Tottenham 1-1

Í dag:

Chelsea – Everton 4-0

Manchester United – Manchester City 2-0

Mánadagin:

Leicester City – Aston Villa (20.00)