28. februar 1976 er ein søguligur dagur í søguni hjá Manchester City. Henda dagin vunnu teir tað seinasta heitið teir hava vunnið í enskum fótbólti. Henda dagin var finalan í Liga Cup kappingini. 100.000 áskoðarar sóu Manchester City vinna 2-1 á Newcastle United. Peter Barnes og Dennis Tueart skoraðu málini fyri Manchester City, Alan Gowling skoraði fyri Newcastle.
Í 2002 vann City næstbestu deildina, men higartil hava teir hugt langt eftir Premier League-heitinum, umframt FA Cup og Liga Cup heitunum.
Onnur nøvn
Manchester City hevur eins og hitt kenda liðið í Manchester, Manchester United, broytt navn. City hevur enntá broytt navn tvær ferðir í søguni.
Í 1880 var felagið stovnað sum St. Marks at West Gorton. Í 1887 broytti felagið navn til Ardwick F.C. Ardwick var millum feløgini, sum stovnaði ensku 2. deild í 1892. Sjey ár seinni, í 1894, broytti felagið aftur navn, og hevur felagið hildið fast við navnið til hendan dag, Manchester City.
Felagið hevði fíggjarligar trupuleikar tá, og var tað høvuðsorsøkin til navnaskiftið. Í 1899 eydnaðist tað City at vinna 2. deild, og sluppu teir at royna seg í bestu fótbóltsdeildini um aldarskiftið.
Tað gingu tó nøkur ár, áðrenn liðið stabiliseraði seg. Teir fluttu niður aftur, men í 1903 eydnaðist tað aftur felagnum at vinna 2. deild, og nú sá ljósari út, fyri fyrst.
Í 1904 eydnaðist tað City at vinna FA Cup finaluni við einum 1-0 sigri á Bolton Wanderers, og gjørdist hetta fyrsta heitið hjá felagnum. Sama kappingarár gjørdist City nummar tvey í liguni.
Ùrslitini kundu verða rættiliga ógvuslig fyrstu árini, og setti City bæði tey jaligu og neiligu metini fyrstu árini.
Í 1895 vann felagið sín størsta sigur í liguni, tá City vann 11-3 á Lincoln City. Í 1890 vann felagið sín størsta sigur í FA Cup, tá teir vunnu 12-0 á einum liði, sum æt Liverpool Stanley. Størsti ósigurin í liguni er frá 1906, tá City tapti 1-9 ímóti Everton. Størsti ósigurin í FA Cup er ímóti Preston North End. Í 1897 tapti City Manchester City 0-6 ímóti Preston.
Muturgøla
Størri skaði enn so skuldi henda í 1906. Alec Leake hjá Aston Villa meldaði Billy Meredith og fleiri aðrar Manchester City spælarar til enska fótbóltssambandið fyri at mutra seg, soleiðis, at Aston Villa skuldi tapa við vilja til Manchester City. Billy Meredith og hinir spælarnir noktaðu fyri hesum, men FA valdi at trúgva Alec Leake, og gav FA Meredith og fleiri øðrum City-leikarum eitt leikbann uppá 18 mánaðir. Talan gjørdist um heilar 17 spælarar, sum fingu leikbann.
Leiðslan í City gjørdi einki við at verja teir ákærdu spælarnar, og fór ein illur Billy Meredith í bløðini og fortaldi, at leiðslan hjá City hevði goldið pening undir borðið. FA legði aftur uppí, og bannaði allari umsitingarligu leiðsluni hjá Manchester City at virka í fótbólti aftur. Felagið mátti selja allar teir góðu spælarnar, og byrja av nýggjum ítróttarliga.
Fyrstu árini æt heimavøllurin hjá City, Hyde Road. Høvuðsáskoðaraplássið á Hyde Road var herjað av eldsbruna í 1920, og sá leiðslan seg noydda til at finna ein heimavøll á einum meira hóskiligum staði. Og í 1923 flutti felagið til nýggja heimavøllin, sum lá á Moss Side, og sum fekk væl kenda navnið, Maine Road.
Vinna aftur í 1934
Ì 1926 leikti City seg loksins í FA Cup finaluna aftur. Eins og í 1904 var mótstøðuliðið aftur grannarnir úr Bolton. Men hesaferð fekk Bolton hevnd fyri tapið í 1904, og vunnu teir 1-0.
Í 1933 var City aftur í FA Cup finaluni. Teir møttu sterka Everton liðnum, sum hevði navnframa Dixie Dean á liðnum. Everton var væl betri, og vunnu teir eisini 3-0.
Árið eftir var City aftur á Wembley, og nú hilnaðist endiliga aftur. Toran gekk meðan Manchester City og Portsmouth spældu FA Cup finaluna á Wembley, og gjørdist vøllurin ræðuliga vátur. Septimus Rutherford legði Portsmouth á odda í 1. hálvleiki, og tað bar aftur ímóti tapi hjá City, men síðsta korterið fingu teir vent gongdini við tveimum málum. Fred Tilson skoraði bæði málini hjá Manchester City. Frank Swift droppaði, tá Portsmouth legði seg á odda, Fred Tilson fór yvir og troystaði blaðunga málverjan við orðunum:
- Legg ikki í hatta, eg skal nokk skora tvey mál í hinum endanum.
Í 1937 eydnaðist tað loksins City at vinna liguna, men árið eftir fluttu teir niður í 2. deild. Nú gingu aftur nøkur ár, áðrenn City vann nakað. Í 1955 vann City seg aftur í FA Cup finaluna, men taptu teir greitt 1-3 ímóti Newcastle í finaluni. Árið eftir vóru teir aftur á Wembley, og vann City tá 3-1 á Birmingham. Hetta var tann minniliga finalan, tá málverjin Bert Trautmann spældi síðstu løtuni við nøkrum brotnum geislum í nakkanum, uttan at vita tað!
Besta tíðarskeiðið
Besta tíðarskeiðið hjá Manchester City var seinast í 1960-unum, og fyrst í 1970-unum. Serliga Franny Lee var avgerandi tá liðið vann meistaraheitið í 1968, FA Cup í 1969, og Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1970.
Í 1970 vann City eisini Liga Cup finaluni við einum 2-1 sigri ímóti West Bromwich. Í 1981 kom City aftur í FA Cup finaluna. Fyrra finalan millum City og Tottenham endaði við javnleiki 1-1. Hetta var í Replay-døgunum, og nýggj finala mátti til. Umdystin vann Tottenham 3-2, og er helst talan um eina tað bestu FA Cup finaluna nakrantíð.
Hyggja vit burtur frá Play Off-finaluni í triðjubestu deildini í 1999, so var FA Cup finalan tann seinasta finalan, sum Manchester City hevur verið í. Felagið hevur hildið sær í Premier League síðani 2002.
Felagið hevur tvær ferðir spælt seg í UEFA Cup kappingina, ikki við at vinna nakað heitið, men við fáum gulum og reyðum kortum á vøllinum. Sigast má, at felagið er væl stuðlað, tá ein hugsar um hvussu langt síðani tað er, at teir vunnu eitt heiti í enskum fótbólti. Felagið hjá enskum fótbóltsfjepparum, British Football Fans Association, hevur valt fjepparnir hjá Manchester City at verða teir mest trúgvu fjepparnar í øllum Onglandi. Felagið var heilt niðri í triðjubestu deildini og vendi, og var felagið í ringum skørum fíggjarliga um tað mundið.
Hendan heiðurin vunnu teir beint frammanfyri Liverpool og Portsmouth. City-viðhaldsfólk halda fast við, at City er betri umtókt í Manchester býi, enn United. 40% av teimum, sum hava árskort til dystir hjá Manchester City búgva í Manchester, meðan bara 29% av teimum, sum hava árskort til heimadystir hjá Manchester United búgva í Manchester.
Í 2003 flutti felagið til tað sera snøgga City of Manchester Stadium, aftaná at hava spælt á Maine Road í 80 ár. Nú byrjar so eitt nýtt tíðarskeið við einum nýggjum venjara, sum annars hevði sína bestu tíð sum fótbóltsspælari í Manchester United, nevnliga Mark Hughes. Hughes hevur eisini eina fortíð, sum waliskur landsliðsspælari, og var hann við Wales á Svangaskarði í juni 1993. Ein dystur, sum Wales vann 3-0. Eftir tí, sum ein kann lesa veit Hughes ikki av, at undirsjóvartunnlar eru komnir í Føroyum, síðani hann var her seinast. Hann minnist væl aftur á allar ferjurnar, sum teir máttu brúka fyri at koma fram til vøllin, har teir skuldu spæla. Manchester City tystir veruliga eftir at vinna eitt heiti aftur, og UEFA Cup høvdu teir ikki sagt nei til. Men fyrsta forðingin á leiðini er EB/Streymur.
Myndatekstur:
Nú byrjar eitt nýtt tíðarskeið við einum nýggjum venjara, sum annars hevði sína bestu tíð sum fótbóltsspælari í Manchester United, nevnliga Mark Hughes. Hann hevur eisini spælt á walisiska landsliðnum, sum var í Føroyum í 1993
Mynd: Polfoto










