Finalan í heimsmeistaraskapinum fyri felagslið í fótbólti í Saudiarabia komandi fríggjakvøld klokkan 18 verður millum Manchester City og brasilska liðið, Fluminense.
Mánakvøldið vann Fluminense 2-0 (0-0) á egyptiska liðnum, Al Ahly í hálvfinaluni.
Týskvøldið vann Manchester City greiðan 3-0 sigur á japanska liðnum, Urawa Red Diamonds í sínari hálvfinalu.
EItt sjálvmál í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki legði City á odda 1-0, og í seinna hálvleiki øktu Mateo Kovacic og Bernardo Silva.
Manchester City er stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna HM-finaluna móti Fluminense. Miðaloddsini upp á sigur til City eru 1,34, meðan oddsini upp á sigur til Fluminense eru 8,31.











