Manchester City er útihýst úr øllum evropesiskum kappingum komandi tvey árini og hevur fingið bót á 222 milliónir krónur. Nú er vandi fyri, at Premier League eisini fer at revsa Manchester City, og tað kan merkja at eitt nú meistaraheitið í 2014 verður tikið frá teimum.
Evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur dømt Manchester City fyri brot á Financial Fair Play (FFP). Felagið hevur ikki uppgivið røtt tøl í sambandi við stuðulsavtalur í tíðarskeiðnum 2012 til 2016, og hareftir ikki samarbeitt í málinum. Revsingin er at Manchester City er útihýst úr øllum evropesiskum kappingum komandi tvey árini, galdandi kappingarárini 2020/2021 og 2021/2022.
Premier League revsar kanska eisini
Nú skal Premier League eisini taka støðu til, um Manchester City skal revsast. Fíggjarreglugerðin í Premier League loyvir størri undirskoti fyri hvørji trý ár enn UEFA, men metir Premier League at Manchester City hevur uppgivið skeiv og villleiðandi tøl, so er møguleiki fyri at felagið fær frátikið stig í tíðarskeiðnum, sum brotið er framt.
Tað merkir millum annað, at meistaraheitið í 2014 er í vandi. Tað var tiltikna árið, tá Steven Gerrard, liðskipari hjá Liverpool, gleið í avgerandi dystinum móti Chelsea, sum síðani gjørdi at Manchester City vann meistaraheitið.
##med2##
Bretskir miðlar sum Dailymail skriva, at tað er óvist um tað eisini kemur at ávirka meistaraheitið í 2012, tá Sergio Aguero í yvirtíðini tryggjaði fyrsta Premier League meistaraheitið í yvirtíðini. Tá var tað í harðari kapping við Manchester United.
Reglugerðin hjá UEFA sigur, at um eitt felag av onkrari orsøk ikki kann luttaka í eini UEFA-kapping, so er tað liðið næst teimum í landskappingini, sum fær plássið. Tað merkir, at um Manchester City endar í topp-fýra í Premier League, so kemur nummar fimm í Champions League komandi kappingarár.
##med3##
Manchester City hevur í løtuni tíggju dagar at kæra dómin hjá UEFA. Felagið hevur boðað frá, at málið verður eisini reist í ítróttardómstólinum CAS. Her skal ein avgerð fyriliggja áðrenn 23. juli í summar, tí tá byjar fyrsta evropesiska kappingin.