Manchester City haltandi í Liga Cup finaluna

Liga Cup: Manchester United vann dystin, men Manchester City vann uppgerðina

Manchester City hevur í kvøld vunnið sær pláss í Liga Cup finaluni móti Aston Villa, men tað stóð nógv á í kvøld, tá grannarnir úr Manchester United vóru á vitjan. Gestirnir vunnu dystin 1-0, men vertirnir vunnu uppgerðina.

Manchester United spældi lutfalsliga væl í kvøld. Tíggju minuttir fyri hálvleik skoraði Nemanja Matic eisini, tá hann við neyvum skoti sendi bóltin í stongina og inn. Gestirnir í reyðum komu eisini til nakrar vandastøður, men tað bleiv ikki til meir.

##med2## 

Seinastu løtuna mátti Manchester United spæla við tíggju monnum, tí málskjúttin fekk sítt seinna gula kort, tá hann steðgaði eini renning í mótálopið. Tað er annars nakað, sum spælararnir hjá Manchester City eru servandir til, men teir fordeildu tað so, at ongin fekk tvey gul kort.

Manchester City skal nú spæla móti Aston Villa í Liga Cup finaluni. Manchester City er verandi vinnari av kappingini.

Liga Cup seinna hálvfinala:

Manchester City – Manchester United 0-1 (0-1)

0-1  Nemanja Matic, 35

Manchester City vinnursamanlagt 3-2