Manchester City er enskur meistari

Fyri aðru ferð uppá trý ár, er tað eydnast Manchester City at vinna ensku Premier League.

Tað var annars eitt vet av spenningi áðrenn umfari í gjár, tí Liverpool hevði framvegis møguleika at vinna Premier League.

Um Liverpool skuldi vinna Premier League, skuldi Manchester City tapa heimadystin móti West Ham. 

 

Manchester City lat ongan iva vera um sína støðu. Teir vunnu ein sannførandi 2-0 sigur á West Ham. Málskjúttar hjá Manchester City vóru Samir Nasri og Vincent Kompany.

 

Liverpool greiddi eisini sína skyldu, hóast byrjanin uppá dystin ikki var serliga góð. Newcastle legði seg á odda um miðjan fyrra hálvleik, tá Martin Skrtel var so mikið óheppin at beina bóltin í egið mál.

 

Liverpool fekk tó vent dystinum. Daniel Agger javnaði í seinna hálvleiki, meðan Daniel Sturridge tveir minuttir aftaná, legði Liverpool á odda 2-1.

 

Tískil gjørdist Manchester City enskur meistari í 2013-2014.