- Hvat hevur ólavsøkan at siga fyri teg?
Tað ein góður møguleiki at savna fólk og hugna sær saman við familju og vinum.
- Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
Man gongur ikki svangur á ólavsøku.
- Hvat er tað ringasta við ólavsøkuni?
Tað einasta, sum er keðligt við ólavsøkuni er, at hon liggur mitt í landskappingini, og tí er tað ikki altíð, at ein fær luttikið.
- Hevur tú eitt serligt ólavsøkuminni?
Vit vunnu okkara fyrsta Løgmanssteyp við Víkingi á Ólavsøku í 2009 móti EB-Streymi. Tað bleiv tað fyrsta av mongum.