Tann spurningin hevur Bill Justinussen, løgtingsmaður, sett løgmanni sum munnligan fyrispurning. Teir eru á skrá á tingfundinum mikudagin.
Bill Justinussen spyr eisini løgmann, hvørja støðu hann hevur til, at ein tingmaður úr samgonguni hevur boðið katalonska loysingarleiðaranum Carles Puigdemont til Føroya á vitjan til várs.
Og víðari spyr tingmaðurin:
– Ætlar løgmaður at bjóða Puigdemont til almenna móttøku ella annað líknandi, meðan Carles Puigdemont er í Føroyum?
– Hvussu er støða Føroya í ríkisfelagsskapinum, um Føroyar alment bjóða Puigdemont til fundar?
– Kemur hendan vitjanin at ávirka støðuna millum Føroyar og Spania, og kann vitjanin ávirka føroyska útflutningsmarknaðin í Spaniu?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Bill Justinussen, at tá fólkatingsmaðurin og løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi, Magni Arge, beyð Carles Puigdemont á vitjan í Fólkatinginum, vóru nógvir danskir politikkarar misnøgdir við hesa vitjan.
– Høvuðsorsøkin var, at teir mettu, at viðurskiftini Danmarkar og Spaniu ímillum kundu versna. Magni Arge hevur boðað frá, at hann hevur boðið Carles Puigdemont til Føroya á vitjan í vár. Líknandi spurningar gera seg galdandi í Føroyum. Tí eigur løgmaður at greiða frá støðu síni og samgongunnar, serliga tí innbjóðarin er partur av samgonguni og kann soleiðis sigast at umboða samgonguna og harvið landsins leiðslu, sigur Bill Justinussen, sum leggur afturat, at Spania hevur í mong ár verið ein týðandi útflutningsmarknaður fyri føroyskar fiskavørur.
– Kunnu slík sambond skalast, um vit við hesi vitjan koma í ónáðir hjá stjórnini í Madrid, eru tað nøkur, ið spyrja. Onnur halda, at fólkaræði og fólkarættur eru hátt hevjað yvir drúgv handilssambond. Løgmaður eigur Føroya vegna at hava greiða støðu til hesar spurningar, sigur Bill Justinussen.










