Máltáttur Útvarpsins - frálík sending, men...

á Borg á Argjum lundalandsdag 2015

 

Hugaligt, at Útvarpið hevur eina málrøktarsending, har lurtarin kann senda málkønum fólki spurningar og viðmerkingar.

 

Nógv gott og áhugavert kemur fram í sendingunum, men góðu tit í Útvarpinum: “Latið tey málkønu sleppa at fyrireika seg, áðrenn tey svara!”

 

Sjálvt um tað mesta er rætt, sum svarað verður, so ber ikki til at svara upp á alskyns málspurningar í eini beinleiðis sending.

 

Hugskotið er helst gott, at hava eina livandi sending, har lurtarin sleppur at luttaka, men eg giti, at sjálvt Jóhan Hendrik hevði viljað sloppið at fyrireikað seg, áðrenn hann svaraði.

 

Onkuntíð er svarið heldur tilvildarligt og ógreitt og ikki heilt rætt.

 

Prátið í útvarpsstovuni kann eisini gerast heldur gerandisligt, har vertur og málfólk tosa um “berømtar vittigheitir” í málrøktarsendingini.

 

Gott í tykkum, takið meg ikki illa upp, men roynið at skipa sendingina eitt sindur øðrvísi!

E.S.  Bert eitt dømi: Eg sigi “bógvar” í fleirtali, sjálvt um nógv siga “bøgir”. Orðabókin góðtekur bæði orðini.

 

Við málrøktarkvøðu

Eyðun á Borg