Malsom til Íslands

Sam Malsom er ikki longur partur av besta manshópinum hjá B36. Onglendingurin og árstalsfelagið hava í sátt og semju gjørt av at siga upp sáttmálan. Orsøkin er, at Sam Malsom nú skal flyta til Íslands, har hann skal spæla fyri Þrótt.

Heimasíðan hjá B36 skrivar, at Sam Malsom hevur hug at royna aðrar avbjóðingar eftir eitt frálíkt ár í Føroyum.