Málningaframsýning hjá Gunnar Kr. Jónasson í Norðurlandahúsinum

Leygardagin 20. september 1997 kl. 16.00 letur upp málningaframsýningin hjá Gunnar Kr. Jónasson, úr Íslandi.

Leygardagin 20. september 1997 kl. 16.00 letur upp málningaframsýningin hjá Gunnar Kr. Jónasson, úr Íslandi.

Gunnar er føddur í Akureyri í 1996. Hann er útbúgvin sum jarnsmiður, hevur gingið á Akureyrar listaskúla og hevur verið til nógv skeið, innan list - bæði heima í Íslandi og í útlondum.

Hann hevur arbeitt sum jarnsmiður, arbeitt á reklamustovum og eigur nú størsta partin av Still reklamustovuni í Akureyri.

Gunnar Kr. Jónasson hevur havt framsýningar í Gallery Ping, í Akureyri 1993, í ASÍ listaskálanum í Reykjavík 1994 og 1997, hevur verið við á eini framsýning á Seyðisfjørðinum í september 1995, í sambandi við, at Seyðirfjørðurin fylti 100 ár, hevur havt framsýning í Hrísey kommunu í juli 1997, og hevur verið við í framsýningini »Uppskera« í Kjarnaskógi, Akureyri 1997.

Hann hevur eisini verið á nógvum námsferðum umsastaðni í Europa.

Hann verður sjálvur til staðar, tá ið framsýningin letur upp leygardagin kl. 16.00.