Málmanslegendan vil verða A-venjari

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jákup Mikkelsen fegnast um, at ÍF stríddi seg til javnleik á Argjum í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við virkandi venjaran hjá ÍF, málmanslegenduna Jákup Mikkelsen, aftaná 2-2 javnleikin hjá ÍF ímóti AB úti í Vika á Argjum.

 

Jákup fegnast um, at ÍF aftaná at hava verið aftanfyri 0-1 og 1-2 stríddi seg til ein javnleik 2-2. - Tað var týdningarmikið, at vit ikki taptu í dag, staðfestir Jákup. 

 

Sjálvur hevur Jákup ikki A-venjara lisens, men hann fer nú at stremba eftir at gerast A-venjari, tí honum dámar veruliga at verða venjari á hægsta støði, og nú ætlar hann at fáa pappír uppá tað.