Málið um samsýning landsstýrismanna á veg aftur í Tingið

Í vikuni skal Løgtingið ætlandi taka støðu til, hvat løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava í løn og eftirløn, og um tey skulu hava frían bil.

Nevndin, sum varð sett at viðgera uppskotið um samsýningar og eftirlønir hjá løgmanni og landsstýrisfólki, ætlar sær at koma í Løgtingið við einum áliti, áðrenn tingsetan endar fríggjadagin.

 

Bárður Nielsen, sum er formaður í nevndini, ásannar, at tíðin er knøpp, men at arbeitt verður fram ímóti at fáa álitið í Tingið í vikuni. Nevndin hevur havt fýra fundir um málið og hevur undir viðgerðini havt fund við ta óheftu nevndina, sum gjørdi uppskotið.

 

Kemur málið ikki aftur í Tingið, áðrenn setan endar, detta bæði nevndin og uppskotið burtur sambært tingskipanini.

 

Eftir uppskotinum, sum løgmaður legði fram fyri tveimum mánaðum síðani, verða lønarsamsýningarnar broyttar, soleiðis at løgmaður fær 130 % og landsstýrisfólk 110 % av lønini í lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins. Eitt annað er, at skipanin við kostnaðarendurgjaldi verður tikin av, og at landsstýrisfólk ístaðin fyri fáa ókeypis og skattafrían tænastubil at ráða yvir.

 

Hetta seinasta elvdi til kjak í Løgtinginum, og fleiri tinglimir hildu tað vera óføroyskt, at politikarar fáa ókeypis og skattafrían bil.

 

Báður Nielsen vil ikki siga, hvørjar broytingar nevndin møguliga fer at mæla til. Í nevndini sita teir sjey limirnir í fíggjarnevndini umframt umboð fyri Framsókn og Sjálvstýrisflokkin.