- Málið um garnaskipið Anitu hevur sett sterkan ljóskastara á mong ósømilig viðurskifti í fiskivinnuni, sum vit kunnu vera lítið errin av. Tað heldur Gunvør Balle, tingkvinna.
Enn einaferð reisir hon sorgarsøguna um garnaskipið, Anitu í Løgtingum og enn einaferð vil hon hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum, at greiða frá, hví málið varð handfarið, sum tað var.
Tað er mangt sum bendir á, at Anita er eitt mál, ið krevur, at allir avvarðandi stovnar og eftirlitsmyndugleikar eiga at verða gjølliga kannaðir, sigur hon. Hon sigur, at hetta eigur at verða gjørt fyri at staðfesta, júst hvat hendi, um røttu mannagongdirnar vóru fylgdar o.s.fr. - Endamálið skal sjálvsagt vera at eftirmeta lógir, reglur og mannagongdir og taka stig til, at slíkt ikki hendir aftur, sigur Gunvør Balle.
Hon heldur, at tað er sera undrunarsamt, at eftirlitsmyndugleikarnir ikki tóku tikið stig til at kanna Anitu fyrr enn so seint, at øllum var greitt, at her var mangt, sum ikki var í lagi.
Hon vísir á, at landsstýrismaðurin hevur áður boðað frá, at fyri at kunna draga gørnini fyri eigarans rokning er neyðugt at hava greiða heimild. - Eg ætli mær at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at fáa slíka heimild í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, hevur Jacob Vestergaard sagt.
- Tað er staðfest, at manningarlistarnir vóru ikki rætt útfyltir, og nýggir manningarlistar vórðu heldur ikki gjørdir, tá skipið skifti skipara, soleiðis sum lógin annars krevur - Men hóast tað, hevur Fiskiveiðieftirlitið stemplað og góðkent listarnar.
Tí hevur hon nú sett Jacob Vestergaard 15 spurningar um Anitu:
Spurningarnir eru: 1. Um Føroya Fiskimannafelag ikki hevði meldað skipið, hevði Anita so siglt enn? 2. Hví hava eftirlitsmyndugleikarnir ikki tikið neyðug stig, t.d. meldað skipið, fyrr? 3. Hví meldaði Vørn ikki Anitu fyrrenn 11. apríl, tá gørnini høvdu staðið úti í minsta lagi síðan 25. februar, tá skipið kom inn til sjóforhoyrið? 4. Hvør hevur givið loyvi til, at allur fiskurin í gørnunum hjá Anitu varð blakaður út? 5. Hví forðaðu fólk frá Vørn, sum vóru á staðnum, ikki útblakingini? 6. Kann landsstýrismaðurin veita trygd fyri, at øll gørnini eru tikin inn? 7. Nær kemur landsstýrismaðurin til Løgtingið við umbøn um greiðari heimild at krevja gørnini inn fyri reiðarans rokning? 8. Hvør hevur yvirskipaðu ábyrgdina av mynstringini/mynstringarlistunum, og hvar verða listarnir formliga savnaðir? 9. Hevur Vørn hildið sína eftirlitsskyldu, tá tey góðkendu manningarlistarnar á Anitu? 10. Hvør tekur avgerð um inntriv, tá fólk fra vaktarskipunum gera eftirlit umborð á fiskiskipum og verða varug við lýtir ella óreglusemi? 11. Metir landsstýrismaðurin, at revsiheimildirnar í verandi lóg eru samsvarandi lógarbrotum, ella eiga ábøtur á lógina at gerast her eisini? 12. Sleppur Anita til fiskarí aftur, ella ætlar Fiskimálaráðið at taka fiskiloyvið frá Anitu? 13. Hví eru útlendskir sjómenn við føroyskum fiskiskipum ikki tryggjaðir í trygdargrunninum? 14. Sambært hvørjum lógum - altjóða sum føroyskum - eru lønar- og arbeiðs- treytir hjá útlendingum á føroyskum fiskiskipum ásettar? 15. Heldur landsstýrismaðurin, at grundarlag er fyri at gera eina kanning og eina frágreiðing av øllum tí, sum er farið fram í málinum um Anitu? |