Málið má vísast aftur

Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið heita á Fasta Gerðarrættin um at vísa aftur málinum frá Lønardeildini um, at fakfeløgini ikki kunnu nokta limunum at sigla jóladag.

Hóast Strandferðslan longu hevur kunngjørt, at øll seks strandfaraskipini fóru at sigla jóladag, verður henda sigling helst av ongum, tí fakfeløgini nokta limum sínum at sigla sum manning jóladag.

Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Starvsmannafelagið hava limir umborð á skipunum, og í gjár boðaðu tey frá, at eingin semja er funnin um, hvussu tað skal samsýnast, tá fólk verða sent til arbeiðis jóladag.

Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum lagt málið fyri Fasta Gerðarættin, tí tað skal vera óheimilað, at fakfeløgini nokta limunum at fara til arbeiðis hjá Strandferðsluni jóladag, men hesum vísa fakfeløgini aftur og heita á Fasta Gerðarættin um at vísa málinum frá sær.

Hoyr samrøðu við Eyðstein Djurhuus við at trýsta á pílin undir myndini.