Øll minnast vit bragdið hjá danska fótbóltslandsliðnum í 1992, tá Danmark – uttan at hava kvalifiserað seg – kortini slapp við til EM endaspælið í Svøríki og vann evropiska meistaraheitið. Hetta bragdið hevur danski filmsleikstjórin, Kasper Barfoed, nú gjørt til film: »Sommeren 92«
Danmark var í bólki saman við Føroyum, sum fyri fyrstu ferð var við í EM undankapping. Hini liðini vóru Joguslavia, Eysturríki og Norðurírland. Tað eydnaðist ikki Danmark av vinna bólkin, og tí slapp Danmark ikki við til endaspælið. Men beint áðrenn endaspælið skuldi byrja, vórðu joguslavisku leikararnir sendir heimaftur, tí ST hevði sett tiltøk í verk ímóti Joguslavia í sambandi við kríggið á Balkan, sum millum annað merkti, at landið var útihýst úr øllum altjóða ítróttarkappingum.
Richard Møller Nielsen var danskur landsliðsvenjari – og hann varð nógv útskeldaður hetta tíðarskeiðið. Hann hevði tikið við eftir tann sera vælumtókta Sepp Piontek. Eingin trúði, at Richard Møller Nielsen fór at klára uppgávuna, men tað gjørdi hann.
Ulrich Thomsen hevur leiklutin sum Richard Møller Nielsen, sum annars doyði í fjør, 73 ára gamal. Onkur heldur kanska, at filmurin er gjørdur fyri at heiðra Richard Møller Nielsen, sum ikki fekk uppbornan heiður frá sínum landsmonnum fyri bragdið, men sum kortini varð kosins – ikki Danmarks, men – heimsins besti venjari í 1992.
Í filminum eru nógv klipp frá 1992, og har eru eisini fleiri brot úr dystum hjá Føroyum. Málið hjá Torkil Nielsen móti Eysturríki 12. september í 1990 í Landskrona verður eisini víst, eins og brot úr dystinum millum Føroyar og Danmark í Ítróttarparkini í Keypmannahavn 10. oktober í 1990.
Eisini hoyra vit menn í DBU nevna, at Føroyar mugu teir klára »fordi de kun er 60.000 mennesker...«
Filmurin vísir stríðið hjá Richard Møller Nielsen at fáa spælararnar at spæla soleiðis, sum hann vil hava teir at spæla. Laudrup-brøðurnir gera uppreistur, sum endar við, at báðir tveir takkaðu fyri seg. Kortini kom Brian Laudrup afturíaftur, tá boð komu um, at Danmark kortini skuldi við í endaspælið.