Tingformaðurin hevur júst sett tingfundin aftur, eftir at samgongan hevur havt samgongufund í ein hálvan tíma.
Beinanvegin var uppskotið um at beina málið aftur í trivnaðarnevndina sett til atkvøðugreiðslu.
26 atkvøddu fyri, at málið endar aftur í nevndini.