Málfríð Lamhauge úr Skálafirði vann fyri fyrstu ferð í Gekkinum, og tað hepnaðist soleiðis at tað var til síðsta spæli.
- Eg eri nokkso spent, segði hon, áðrenn tað var snarað.
Tey sótu eini 39 fólk samlað á deplinum í Skálavík, har nøkur spældu. Hon valdi at seta eina millión í hvønn leyp, heldur enn at seta allan peningin í ein.
Aðruferð hon snaraði, endaði hjóli á reyða leypinum, og vann hon eina millión krónur.
Gleðin tók tó eina løtu hjá henni at koma í sjónvarpi, tí sjónvarpið hjá teimum var eitt sindur aftanfyri, men tó var ikki at taka feil av gleðini.