Tað haldi og vóni eg enn, men nýggi undirvísingarstjórin, Petur Petersen, fær meg at ivast, eftir at hann vendi sær til Yrkisfelagið beint fyri jól um undantaksloyvi at leggja tveir 1. studentaflokkar saman til ein flokk við 28 næmingum.
Hví fara studentaskúlalærarar í verkfall nú?
Tí Petur Petersen, hægsti leiðari í undirvísingar- og mentamálastýrinum, gongur móti skrivligum avtalum frá 25. sept. 1992 millum gomlu Landsskúlafyrisitingina og Yrkisfelagið, har tað m.a. stendur, at bert í undantaksførum kunnu flokkar hava meira enn 24 næmingar, men at tað skal henda »í samráð við Yrkisfelagið«. Hetta merkir eftir orðabókini hjá Chr. Matras »felags avgerð« (millum Yrkisfelagið og Landsskúlafyrisitingina).
Grundin til at Yrkisfelag-ið stendur fast við í mesta lagi 24 næmingar í flokkunum er, at tað er pedagogiskt óforsvarligt ? mitt í einum skúlaári ? at leggja tveir 1. studentaflokkar saman, har 88,2% av tímunum eru felags, tað vil siga við 28 næmingum. Tað átti Petur Petersen at vita sum hægsti leiðari. Í einstøkum førum hevur Yrkisfelagið fyrr ? við skúlaársbyrjan ? góðtikið flokkar við 25 og eisini at flokkar hava verið samanlagdir; men tá í mesta lagi við 24 næmingum!
Vit vilja sostatt halda fast við 24 sum mest loyvda næmingatal í hvørjum flokki, sum táverandi stjóri á Landsskúlafyrisitingini, Hensar Ellingsgaard, skrivaði undir í 1992 í sambandi við avtaluna at arbeiða eina viku uttan løn.
Harumframt mugu vit leggja afturat, at flokshølini á studentaskúlunum ikki eru bygd til fleiri enn 20?24 næmingar. Við hesum tali hava fleiri flokshøli longu stórar trupulleikar við inniluftini.
Takk fyri upptøkuna.
Holger Arnbjerg,
limur í Yrkisfelag
Studentaskúla- og
HF-lærara