Karlot Hergeirsson
----
Nógv hevur verið skrivað um makrelin, tilfeingisgjald, tilfeingisskatt, fiskiloyvi, brúksskildu o.s.v. og hvør hevur rætt til makrelin, og hví. Tað kann kanska ikki altíð so lætt hjá okkum at skilja, hvussu hetta heila hongur saman.
Men um vit flyta alt hetta makrelmálið yvir á eina mynd, sum vit kenna eitt sindur betur, so er tað kanska lættar hjá okkum at taka støðu.x
Ognarrætturin til fiskiloyvini eg kanska nakað tað sama sum ognarrætturin til jørðina. Tá teir fyrstu landnámsmenninir komu til Føroyar, so tóku teir sær tað land sum teimum hóvaði, veltu tað, og fingur góðan ávøkstur, so teir fingu lívbjarga sær og sínum. Henda jørðin er so arva sundar og niðureftir í nógv ættarlig.
Einaferð var so alt landi tikið, og teir menn sum eftir komu, kundi so kanska keypa sær jørð, kanska gifta seg til hana, ella í onkrum førum taka hana við makt. Seinri fór so líðandi fitt av jørð undir kirkjuna (seinri Kong), men í høvuðsheitum bleiv/er jørðin og festini í somu ætt í nógv ættarlig.
Sum sagt, er tað nakað tað sama við fiskiloyvunum. Tá vit í Føroyum byrjaðu havfiskiskapin við sluppum, var tað eingin sum spurdi um fiskiloyvi, tað váru ongar ásetingar. Tíðin gongur framímóti okkara døgum, nú byrjar at treingjast á grunninum kring Føroyar. Tá ger man so av at ikki sleppa fleiri skip á føroyagrunnin, fyri at fáa eitt nýtt skip inn, so má eitt gamalt út.
Nú hendir so tað at makrelstovnurin veksur skjótt, og spurningurin tekur seg upp. Hvør eigur rættin til henda vøkstur í makrelkvotuni. Eru tað teir/tey sum longu hava makrelloyvi, ella øll tey/teir sum hava onkur onnur fiskiloyvi, ella vit øll sum búgva í Føroyum.
Vit kunna seta eitt tanka spæl upp. Um vit ímynda okkum at tað fór at goysa á landgrunninum og ein nýggj oyggj kom upp úr havinum. Henda nýggja oyggin var fulla av onkrum virðismiklum ráevni. Hvør skuldi átt, og hvør skuldi sloppið at útvunnið hetta virðismikla ráevni. Skuldu verandi jarðareigarin í Føroyum, kongsbøndur, óðalsbøndur hava fyrsta rætt til hesa nýggju oyggj, bara tí teir eiga jørð framman undan.
Hava tey ognarleysu ikki eins góðan rætt, til hesa nýggju oyggj. Er tað ikki ábyrgd og krav at tey sum stýra hesum landi syrgja fyri at hetta nýggja ríkidømi kemur okkum øllum góðar. Ikki tað, at tey ognarleysu krevja framíhjá rætt, nei men sum rætt og rímulig er, krevja líka rætt.
Eg haldi at svari er innlýsandi. Sjálvandi skal hetta nýggja ríkidømi koma øllum føroyingum eins nógv til góðar. Hvussu gera vit so tað. Ja tað eru nógva meinigar um tað. Eitt hugskot var kanska at givið hvørjum føroyingi ein “makrel kekk” .So kundi man sjálvur gjørt av um man fór út at fiska hann, leigaði onkran at fiska hann fyri seg ella seldi kekkin. (Meint sum skemt).
Men eitt er heilt innlýsandi, at eitt ella annað gjald má leggjast á hetta eyka ríkidømi, so tað kemur øllum føroyingum eins nógv til góðar.
Vit kunna líka venda aftur til landbúnaðin.
Nú er tíðin tá veðragjólingarnir verða seldir á uppboðssølu til hægst bjóðandi, soleiðis sum tað hevur verði gjørt í langa tíð
Um vit gera okkum enn eitt lítið tanka spæl og ímynda okkum land og grunnarnar uttan um sum ein einkultan hagapart í Føroyum við nøkrum stórum eigarum og fleiri minni eigarum. Hvussu fíggjar hagin sín rakstur til heilivág og annað, jú hagin selur veðragjólingarnar til hægstbjóðandi.
Hvussu ætla vit at gera við henda eyka stóra makrelstovnin sum er komin inná okkum, jú vit skulu bara geva hann til teir sum hava makrel og fiskiloyvi framman undan. Tað er tað sama sum at man gav veðragjólingarnar til teir størstu eigararnir í hagapartinum, bara tí teir eru størstir og halda seg hava rætt til tað.