Kanningin vardi frá hálvum mai til fyrst í oktober, tá fiskiskapurin endaði, og í hesum tíðarskeiðið var fiti mátað í makrelinum, sum varð landaður til Kollafjørð Pelagic.
Kanningin fevndi tilsamans um 64 landingar hjá uppsjóvarskipunum í tíðarskeiðinum mai til september 2011.
Umleið 10 og í minsta lagi átta tilvildarliga valdir makrelar frá hvørjari landing vórðu mátaðir, fyri at miðaltalið skuldi verða nøkulunda neyvt.
Fyribils úrslit av kanningini vísa, at innihaldið av fiti hjá makreli vaks frá umleið tveimum prosentum upp í næstan 30 prosent, og serliga í juni fitnaði makrelurin nógv.
Tá fór fitiprosentið úr 10 upp í 25, men síðani broyttist fitin ikki nógv, til skipini góvust við fiskiskapinum í oktober.
Havstovan staðfestir á heimasíðu síni, at kanningarúrslitini eru ein góð ábending um, at makrelurin kemur í føroyskan sjógv at eta seg feitan um summarið.