Majbritt vil bjarga heimsins elsta tatoveringshandli

Í einum kjallara í Nýhavnini í Keypmannahavn liggur helst elsti tatoveringshandil. Í 133 ár hevur ”Tattoo-Ole” havt opið og bjóðað tatoveringar til høg og lág. Óteljandi sjómenn og ein kongur hava latið seg tatoverað har, og nógvir føroyingar hava eisini lagt leiðina framvið í Nyhavnini 17.

Síðani 2010 hevur føroyska Majbritt Petersen, sum í tatovørheiminum gongur undir navninum Lille-Ole, rikið ”Tattoo-Ole”, og hon stríðist nú fyri at bjarga tatoveringshandlinum í Nyhavnini 17.

Eigarin av bygninginum, sum ”Tattoo-Ole” hevur hildið til síðani 1884, hevur uppsagt leigumálið, tí kjallarin skal brúkast til at útbyggja køkin hjá matstovuni, sum er í sama bygningi.

- Fólk koma úr øllum heiminum, tí er heimsins elsti tatotveringshandil. Um vit nú skulu flyta til eina aðra adressu, so hava vit ikki longur heimsins elsta stað, sigur Majbritt Petersen við TV2/Lorry.

Á internetinum verður roynt at fáa fólk at vera við í einari áheitan um at lata ”Tattoo-Ole” varðveita handilin í Nýhavnini. Her kanst tú meira um áheitanina.