Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur í dag sett Magnus Tausen í starv sum stjóra á nýggja vitanarstovninum. Vitanarstovnurin er ein samskipan av Føroya Skúlabókagrunni, Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð, KT-deplinum og øðrum virkisøkjum.
Tað sigur landsstýriskvinnan í tíðindaskrivi í kvøld.
Magnus Tausen er 38 ára gamal, tók læraraprógv frá Føroya Læraraskúla 1998, hevur starvast sum lærari í Tórshavnar Kommunuskúla til hann í 2005 tók við fulltíðarstarvi sum formaður í Føroya Lærarafelag.
Stjórin skal mynda nýggja stovnin, halda fram við samanleggingartilgongdini og saman við Mentamálaráðnum og starvsfólkunum skipa nýggja stovnin bæði bygnaðarliga, innihalds- og tænastuliga.
Nýggi stovnurin skal framleiða og geva út fjølbroyttar og dygdargóðar føroyskar undirvísingarmiðlar, sum lúka bæði faklig og undirvísingarlig krøv, veita fakliga og námsfrøðiliga ráðgeving um undirvísing, undirvísingarmiðlar, kunningartøkni, umframt fyrisita og menna undirvísingarportalin Snar.
Stovnurin skal røkta og menna samskiftiskervið í skúlaverkinum, hava námsfrøðiligan verkstað og kunna um undirvísingarmiðlar.
Nýggi stjórin tekur við starvinum 1. august í ár.