Magnus Tausen: Jørgen átti at trekt seg

Í Sosialinum, sum kom á gøturnar í gjár, hugleiðir stjórin fyri Námi, Magnus Tausen um politisku støðuna. - Tað snýr seg ikki um politikk, men um persónar. Persónar við ego til hæddar sum háhús og sum halda fast í valdinum, um so alt raplar kring teir. Teir eru sum Narcissus í gamla Grikkalandi. Forelskaðir í sær sjálvum. Og ást fjalir lýti.

Í Sosialinum, sum kom á gøturnar í gjár, hugleiðir stjórin fyri Námi, Magnus Tausen um politisku støðuna. - Tað snýr seg ikki um politikk, men um persónar. Persónar við ego til hæddar sum háhús og sum halda fast í valdinum, um so alt raplar kring teir. Teir eru sum Narcissus í gamla Grikkalandi. Forelskaðir í sær sjálvum. Og ást fjalir lýti. 

Í eini 20 ár hava føroyingar, sum fylgja tað allar minsta við í miðlunum, vitað, at eitt ávíst tollmál hevur verið í Sørvági. Sama við eini ávísari flaka¬ maskinu, einum fiskiloyvi, eini ferð til New York og so framvegis. Alt meiri og minni prógvað ella óprógvað. Og nú hetta kvøldið í Degi og Viku, eftir at løgmaður hevði gjørt tað, sum vit øll helst vistu at hann fór at gera – nevniliga einki, varð so øll framhaldssendingin skorin niður í nakrar minuttir og borðreidd fyri okkum aftur.

Og fjøldin er ósamd, tí er hetta borandi og sakligur journalistikkur, forfylging ella okkurt heilt triðja? 

 

Valla ber til sakliga longur at tosa um hetta málið. Tí tað endar altíð við verju ella álopi. Rættiliga trupult gerst tað, nú miðlarnir fara í hesar somu skotgravir. Tí eg havi staðfest, at hvørja ferð KVF ber hetta málið fram, og tað ger KVF mangan, er bara spurningurin um tímar, fyrr enn VP er á breddanum við viðmerking frá ad¬hoc toyminum, sambandsmanni, eygleiðara ella onkrumheilt øðrum, sum kann vera hvør sum helst huldumaður. Og eg spyrji meg sjálvan hví so er, og um KVF er serliga treiskt í júst hesum málinum, og hví tað so er? 

 

Men hvussu eg so vendi og snari, standi eg eftir við kensluni, at her er ikki alt rætt. Tað, sum víst hevur verið á í øllum hesum málunum, er ikki reiðiligur atburður, sum fólk flest góðtaka ella loyva sær sjálvum. Hetta eru viðurskifti, sum tyngja persónliga, fyri flokkin og nú fyri alla politisku skipanina. Og tað er álvarsamt. Serliga tá ið tað eftir øllum at døma als onga avleiðing fær yvirhøvur. 

 

Sum tað stendur í brúðarvísuni, “skal tíð til alt, og ein er tíðin at dansa”. Og ein er tíðin at siga, at nú er nóg mikið. Nú er best, at eg víki, so onnur kunnu halda á í friði og samstarvi. Ella at floksleiðslan ger tað. Tann tíðin haldi eg er bæði komin og farin, tá ið tað viðvíkur fíggjarmálaráðharra okkara – og helst onkrum øðrum politikara eisini. Sekur ella ósekur er í grundini líka mikið. Sjálvandi ikki hjá honum, men tá ið tað viðvíkur politikkinum og kósini. Tað eigur ein flokkur ella ein løgmaður at tora at siga. Tí eingin leikari er størri enn liðið og leikarar koma og fara, men liðið heldur á. 

 

Tað fer tó ikki at henda í hesum førinum, tí tað snýr seg ikki um politikk, men um persónar. Persónar við ego til hæddar sum háhús og sum halda fast í valdinum, um so alt raplar kring teir. Teir eru sum Narcissus í gamla Grikkalandi. Forelskaðir í sær sjálvum. Og ást fjalir lýti.