Magnus Jákupsson sett í morgun føroyskt- og junior met í 50 metra ryggsvimjing á meistarastevnu fyri lið í Danmark.
Tíðin hjá Magnusi var 25.22 og tað er 00.28 sekund skjótari enn verandi metið, sum Magnus sjálvur átti. Tíðin er somuleiðis skjótari enn danska juniormetið, sum Mathias Gydesen setti í 2006, skrivar svimjing.com í dag.
Magnus Jákupsson eigur fleiri føroysk- og juniormet. Hann valdi í fjør vegna plásstrot í svimjihylinum í Havn at flyta til Danmakar at venja.