Magnus kann nú skifta felag

Mest umrøddi leikarin í Formuladeildini í ár, Magnus Olsen, hevur nú fingið greiðu á, hvar hann sleppur at spæla komandi ár. B71 og B36 hava leingi verið í stríði um leikaran, og fyri stuttari tíð síðan kom FSF til ta niðurstøðu, at Magnus Olsen kundi skifta til B36. Hetta gekk B71 ikki við til, og hóast tað stóð í niðurstøðuni, at teir ikki høvdu loyv at kæra víðari, valdu teir at kæra víðari til Yvirkærunevndina vísandi til §12, har í ávísum førum er loyvi at kæra til Yvirkærunevndina. FSF boðar í morgun frá, at hetta málið ikki hoyrir undir §12, og at Yvirkærunevndin ikki hevur heimild at viðgerða kæruna frá B71.

 

Tí er tað væntandi, at Magnus Olsen skrivar undir sáttmála við B36 ein av komandi døgunum.