Seint í gjár avam Magnus Jàkupson seg til bronsuheiðursmerki í 100m rygg til Danish Open. Tað gjørdi hann við tíðini 56.06 sekund. Hann var aftanfyri russiska Vitaly Melnikov, sum svam 55.68 og pólska Mateus Wysoczynski. Kravtíðin hjá danska landsliðinum til EM í Berlin var 55.53 í hesi grein. Magnus hevði sostatt skulað vunnið og svomið eitt sindur betur enn Wosyczynski, til tess at verða úttikin.
í kvøld svimur Magnus Jàkupson finalu í 50m rygg. Her liggur Magnus sera tætt at danska metinum, sum er 25.44. Besta tíðini hjá Magnusi er 25.64.