Umborð
Fyri 30 árum síðan byrjaði hann at hjálpa pápa sínum, Hans Arna Ellefsen, sum hevði bókhald hjá skipum og virki. Í 1981 fór hann í starv á Føroya Fiskasølu, har hann serliga fekst við logstik, avskipingar og bókhald. Her var hann í eini seks ár. Í 14 ár starvaðist hann á fiskavirkinum í Miðvági, tey fyrstu átta árini á skrivstovuni og seinastu seks árini sum virkisleiðari. Seinastu árini hevur hann verið í starvi sum stjóri í Faroe Finance, sum var eitt fíggingarfelag hjá Faroe Seafood. Tá felagið bleiv niðurlagt fyrst í hesum árinum, gjørdist hann fíggjarleiðari hjá Faroe Seafood í Havn.
Maðurin, vit tosa um, er Albert Ellefsen úr Miðvági.
Hin 1. juni í ár fór hann í nýtt starv, hesaferð á Fiskirannsóknarstovuni, har hann eitt nú kemur at virka sum reiðari á havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinason.
Jóannes á Váli hevði hetta starv frammanundan Alberti.
- Mín høvuðsuppgáva verður at taka mær av fíggjar-og starvsfólkaviðurskiftum á stovninum sum heild, her undir eisini tí umsitingarliga partinum av Magnusi Heinasyni.
Albert sigur, at hansara uppgáva kemur ikki at snúgva seg um tey dagligu viðurskiftini umborð ella við Magnusi, men meira tey yvirornaðu viðurskiftini.
- Sum høgru hond hjá mær við rannsóknarskipinum havi eg Mourits M. Joensen, sigur hann.
Tilsamans 15 mans eru knýttir at Magnusi Heinasyni og manningartalið, sum er við hvønn túrin, skiftir eitt sindur eftir teimum uppgávum, sum eru á skránni.
- Nei, eg havi ongantíð verið sjómaður sjálvur. Tað longsta, eg havi verið á sjónum, var á eini cruise-ferð í Karibiu í fjør. Hetta var ein frálík ferð, og ein góður fyrsti túrur til sjós, sigur Albert ikki sørt skemtandi.
Í 2007 gjørdist hann akademi merkonom í altjóða sølu-og marknaðarlæru.
- Hetta er ein góð útbúgving, sum byrjaði á Føroya Handilsskúla í 2003, tá eg eisini fór undir lesnaðin, sum varð liðugur í fjør.
Albert sigur, at hann meginpartin av tíðini innan føroyska fiskavirkisvinnu hevur hildið seg til tann fíggjarliga partin av vinnuni, og soleiðis verður eisini, nú hann er farin í nýtt og spennandi starv hjá Fiskirannsóknarstovuni.
- Eg kann siga, at eg við nýggja starvinum samstundis eri nýggjur innan tað almenna í Føroyum. Fiskirannsóknarstovan er avgjørt ein spennandi stovnur, sum hevur fingist við havgransking gjøgnum mong ár. Her er nógv bygt upp, og her er nógv at føra víðari. Nógv vitan liggur aftanfyri tað granskingararbeiði, sum stovnurin hevur gjørt upp ígjøgnum árini, og tað er ógvuliga umráðandi, at hetta arbeiði ikki fer fyri bakka, men sleppur at mennast uppaftur meira, sigur hann.
Vit spurdu eisini Albert, sum øll hesi mongu ár hevur starvast innan føroyska fiskivinnu, hvussu hann metir útlitini í løtuni.
- Sum heild sær tað ikki væl út í høvuðsvinnuni, hvørki á sjógvi ella landi, og líkt er ikki til, at nøkur løtt loysn er fyri framman. At síggja til, hava tey stóru feløgini á landi, sum bæði hava virkir og skip, tað kanska verri enn tey, sum eingi skip hava at gera út.
Albert væntar, at fiskaprísurin fer at fara upp – fyrr ella seinni – sum hann tekur til, men lítið er, sum bendir á, at oljuprísurin stendur fyri nøkrum serligum falli.
- Ein álvarsligur “faktorur” í okkara fiskivinnu í løtuni er, at toskastovnurin er so illa fyri. Eg plagi at siga, at tá føroyingar eru væl forsýnaðir við toski, er framgongd í samfelagnum. Svíkur toskurin, og tíðin gerst ov long, til veiðan veksur aftur, gongur niður á bakka.
Hann sigur, at alt, hann kann minnast, hevur afturgongd verið í føroyska búskapinum, tá toskurin fylgjandi ár hevur verið burtur.
- Eg havi ongantíð skilt, at myndugleikarnir yvirlata tað til tilvildina, hvussu toskurin verður royndur, sigur Albert Ellefsen.