Ogur koma av og á út fyri at møta menniskjum, sum tú við tað sama kemur at halda av og kennist tað, sum ein hevur kent tey í mong ár, sjálvt um bráðið er stutt.
Eitt av hesum menniskjum var Magnus, so skjótt vit komu á tal, blivu vit væl og kundu tosað um øll lívsins viðurskifti. Hesin róligi og dámligi maður, sum kom suður at búgva fyri nøkrum árum síðan, fall so væl til ímillum okkum á staðnum.
Oftani komst tú á kajina til eitt prát og so var eisini í aug. í fjør, síðstu ferð vit tosaðu saman, og lovaði eg at koma inn a gólvið, um leiðin komst yvir Miðvág, men so bleiv tað ei.
Eg var staddur á sjónum, tá eg frætti boðini, at fjørðurin var rógvin, tað er sum ein stirnar, tá vinir verða ryktir burt, sjálvt um ogur vita, at hettar er alt farandi.
Ogur høvdu eisini manga góða løtu hjá Frelsunarherinum her á staðnum og felags hevði ogur eisini vónina uppá tað sum gott er, og sum koma skal.
Hvussu stóran týdning konan, børnini og abbabørnini høvdu, kom altíð fram tá vit komu á tal.
Til tykkum, hansara kæru, má Gud geva tykkum linna og styrk í sorg tykkara.
Hvíl í friði frægi vinur.
Martin J. Strøm