Fyrrverandi føroyski landsliðssvimjarin, Magnus Jákupsson, hevði eitt gott vikuskiftið í Svenska Simspelen 2013 í Väsby, har tað eydnaðist honum at vinna gull á øllum trimum teinunum í ryggsvimjing, umframt at hann varð heiðraður fyri besta manliga avrikið.
Fyrst setti hann leygardagin persónligt met og stevnumet við tíðini 52.63 sekund í 100 metra ryggsvimjing, og í gjár helt hann fram við at vinna gull og seta stevnumet í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 24.64 sekund, og at vinna gull í 200 metra ryggsvimjing við 1:58.09 minutti. Harumframt setti hann persónligt met, tá hann vann silvur í 50 metra firvaldssvimjing við tíðini 24.03 sekund.
Heimasíðan svimjing.com skrivar, at umframt heiðursmerkini og góðu tíðirnar, varð Magnus heiðraður fyri besta manliga avrik á stevnuni. Henda heiður fekk hann fyri vinnaratíðina 52.63 sekund í 100 metra ryggsvimjing leygardagin, sum gav 804 FINA-stig.
At væl gongst Magnusi Jákupsson, sæst eisini aftur í, at hann fyrr henda mánaðin var ein av tilsamans 12 svimjarum, sum danska svimjisambandið saman við landsliðsvenjaranum, Nick Juba, hevur við í verkætlanini “Great Danes”.