Stýrið fyri ALS hevur valt at seta Magna á Deild Olsen í starv sum stjóra fyri ALS.
Tað boðar ALS frá í tíðindaskrivi nú fyrrapartin.
Magni á Deild Olsen er 45 ára gamal og útbúgvin cand.merc. í fígging og roknskapi frá Handilsháskúlanum í Århus.
Um nýggja stjóran skrivar ALS í tíðindaskrivi:
Eftir loknan lestur starvaðist Magni í stívliga nýggju ár hjá Føroya Tele, har hann m.a. starvaðist á fíggjardeildini og seinni innan strategi og virkismenning. Meðan Magni var í starvi hjá Føroya Tele, var hann m.a. við til at stovna Televarpið.
Í 1999 tók hann stig til at geva Skipalistan út, og í 2005 stovnaði hann saman við øðrum blaðið Vinnuvitan, sum seinni keypti Vikublaðið.
Áðrenn Magni tók við sum fíggjarleiðari hjá ALS í august mánaði í 2010, var hann í hálvtannað ár fulltrúi á Kappingareftirlitinum.
Magni á Deild Olsen tekur við starvinum sum stjóri fyri ALS 1. mars.