Í bestu sponsku fótbóltsdeildini, La Liga, er eitt føroykst andlit. Har gjørdist føroyski Magni Mohr nevniliga nýggjur fysiskur venjari hjá spanska stórfelagnum, Deportivo La Coruna, fyri eitt sindur meira enn einum mánað síðani.
Les eisini: Magni Mohr til spanskt stórfelag
Høvuðsendamálið hjá Magna Mohr og høvuðsvenjaranum, Clarence Seedord, hevur verið, at liðið skal klára at hóra undan í botnstríðnum, sum tað annars hevur verið hótt av í alt ár. Og sambært Magna Mohr trúgva teir í Deportivo La Coruna eisini uppá at tað kann sleppast undan niðurflyting, hóast sjey stig eru upp til niðurflytingarstrikuna í løtuni.
- Eg má siga at tað hevur gingið fantastiskt til venjingarnar alla tíðina. Bæði moralur og avrikini hjá leikarunum hava verið í toppi, og útfrá hagtølunum, hevur framgongd eisini verið á avrikunum hesa tíðina, so vit trúgva fult og fast uppá, at tað framvegis ber til hjá okkum at yvirliva í deildini.
Um vikuskiftið spælir Deportivo La Coruna ein truplan dyst. Deportivo La Coruna spælir sunnudagin á útivølli móti einum av oddaliðunum, Atletico Madrid. Magni Mohr sigur, at landsliðssteðgurin hevur verið brúktur til at fyrireika leikararnar til komandi dystin.
- Hendan løtan meðan landsliðssteðgurin hevur verið, hevur verið góð. Leikararnir høvdu frí fyrstu dagarnar fyri at løða upp sálarliga, og síðani hava vit vant rættuliga hart fysiskt meðan landsliðssteðgurin hevur verið. Hendan vikan verður brúkt meira taktiskt. Atletico Madrid er eitt torført lið at spæla ímóti. Teir hava enn ongan dyst tapt á heimavølli og hava í miðal latið 0,5 mál ígjøgnum dyst í øllum kappingum, so vit noyðast at vera væl fyrireikaðir fyri at loypa hvøkk á teir. Vit trúgva tó uppá, at tað ber til hjá okkum at fáa eitt gott úrslit móti teimum, sigur Magni Mohr.
Higartil hevur nýggja venjaratoymið hjá Clarence Seedorf, sum Magni Mohr er partur av, staðið á odda fyri Deportivo La Coruna í fimm dystum. Felagið hevur bert tapt tveir av teimum dystunum, meðan allir hinir eru endaðir við javnleiki.
Dysturin millum Atletico Madrid og Deportivo La Coruna verður spældur sunnudagin 1.apríl klokkan 19:45. Fyri føroyingar ber til at síggja dystin á rásini, Tv3Max, ið sæst á Televarpinum.