Fótbóltur
Kanska týdningarmesti persónurin handan meistaraheitið hjá B36 verður nú knýttur at fótbóltslandsliðnum.
Sum fysiskur venjari varð leikluturin hjá Magna ferð eftir ferð sagdur at vera ein hin fremsta orsøkin handan góðu B36-úrslitini í fjør. Ikki minst í UEFA-Cup, har felagið sum fyrsta føroyska felag spældi seg víðari til næsta undanumfar.
Nú er so gjørdur sáttmáli, sum komandi tvey árini knýtir 32 ára gamla vágbingin at arbeiðinum kring A-landsliðið, har hann kemur at arbeiða saman við Jógvan Martini Olsen um kropsligu venjingina hjá spælarunum.
Á heimasíðuni staðfestir FSF, at ábyrgdarøkini hjá Magna vera:
at staðfesta kropsliga støðið hjá føroyskum landsliðsleikarum ígjøgnum eitt tvey ára tíðarskeið.
at staðfesta kropsliga støðið hjá spælarum í Formuladeildini á ymiskum tíðarbilum ígjøgnum kappingarárini 2006 og 2007.
at geva landsliðsvenjaranum neyva vitan um kropsliga støðið hjá einstaka spælaranum, og hvussu henda vitan kann nýtast í taktiskum samanhangi.
at menna eina fasta test- og kanningarskipan á føroyska A-landsliðinum.
at gera eina profilskipan av leikarunum.
Mugu kenna støðuna
Jógvan Martin Olsen, A-landsliðsvenjari, staðfestir, at hann alla tíðina hevur havt eitt ynski um, at Magni verður knýttur at landsliðsarbeiðinum.
- Fyrst og fremst, so kunnu vit við hesum gera nakrar staðfestingar av, hvar spælararnir eru staddir fysiskt. Ikki minst er ógvuliga stórur munur á hesum, tá venjingarnar byrja á vári.
Jógvan Martin leggur tó stóran dent á, at hetta fyrst og fremst skal nýtast sum eitt arbeiðsamboð, og at talan tí ikki verður um kropsligar servenjingar í landsliðshøpi.
- Ætlanin er, at Magni skal taka nakrar royndir av spælarunum hvør sær. Fyrstu royndirnar verða tiknar á komandi venjingarleguni, og so er ætlanin, at hesar eisini verða gjørdar í mars, juni, august, september, oktober og november. Altso tær terminir, har vit møguliga koma at spæla landsdystir.
- Ikki minst kann hetta fáa týdning, um vit enda í einum undankappingarbólki við átta liðum. Tað skal sjálvandi ein telving til, men er talan um ein av stóru bólkunum, so er sannlíkt, at vit koma at spæla landsdyst í antin mars ella november. Og tá er umráðandi at vita, hvussu vit á bestan hátt kunnu fyrireika okkum til hetta, sigur Jógvan Martin Olsen.